Ódýr [Faroese translation]
Ódýr [Faroese translation]
Árini renna frá tær eins og breyðmyrlum er blakað í ruskílat
Tey koma saman á rúgvum brotnaða dreyma
Tú lítur aftur og hugsar:
Hví seldi eg meg –
Ikki fyri meira
Næturnar verða ikki mikið fleiri eftir hetta
Ævi tín er útbrendur stubbi í hvirlandi øskubakka
Tú lítur aftur og hugsar:
Hví seldi eg meg –
Øskuni er stroytt yvir kistuna og í tí sama minnist eingin hvør tú vart
Einki er javnt vánaligt og ævin sum var við at lúka
Tú stóðst ikki fastar við títt og so at eingin leggur í minni títt
Við tekur bládýpi niðu og ævig eymd í botnleysari gloymsku
Eg fjali meg undir laki
Sum kuldin hevur hult
Náttin starir tigandi
Hon sigur lygnir
Tómin sveimar á mær
Berleggjaður berjist eg
Deyðastrá eg búgvi mær
Deyðastrá eg búgvi mær
Árini runnu frá tær eins og breyðmyrlum var stroytt í ruskílat
Tey komu saman á rúgvum brotnaða dreyma
Hvussu oft var tað sum tú leitst aftur og hugsaði:
Hví seldi eg meg –
Ikki fyri meira
- Artist:Hatari
- Album:Neysluvara - EP