Feigdin

Songs   2024-07-03 23:26:33

Feigdin

Logar bragdareldurin innast í míni sál

Mær í bukandi bringu brennur eitt bál

Og mín trá stendur á tann hetjunnar sal

Kendi ongantíð at eg hevði eitt val

So líkasæl stjørnufjøldin ørandi fjar

Alla tíð Kappin kaldur alheimin sær

Yvir heimin hann kastar kaldastu tøgn

Berið skjótt at tí skamm er ævinnar søgn

Eitt stjørnuskøt, náttarlot, eru til bert eitt bil

Ein feigdarferð

Er mín í hesu verð

At váðaloga leiðin ber

Har hvør ein feigur fer

Til ongin eftir er

Vekir meg í nátt hvassa norðanvindanna kall

Tá mín stjørna av náttarhimninum fall

Brøttum bergi eg stóð og stardi útav

Sá eitt veingjaflog hvørva norður í hav

Tey tykjast forðandi frammanfyri mar fjøll

Standa eftir tá ævin loksins er øll

Er tá eingin at ganga við mína lið

Hvat er eftir tá alt er farið framvið

Fánað fornminnis mynd

Neyvan upp á navnfrægdar tind

Og nú setandi sólin lækkar

Søkk í gloymskunnar hav

Kaldur undir ísandi kav

Eingin veit hvar ið feigur flakkar

Alt í kaldari tøgn

Eftir standa søga og søgn

Um tann dag tá ein drongur dapur

Gekk tey lúgvandi fjøll

Heim í Heidna Hetjunnar høll

Vágan vinnur, og vágan tapir

Heljareyga more
  • country:Faroe Islands
  • Languages:Faroese
  • Genre:Metal, Rock
  • Official site:http://www.heljareyga.fo
  • Wiki:https://de.wikipedia.org/wiki/Heljareyga
Heljareyga Lyrics more
Excellent Songs recommendation
Popular Songs
Artists
Songs