Helvegen [Faroese translation]
Songs
2024-12-16 13:41:31
Helvegen [Faroese translation]
Hvør skal syngja mær
í deyðasvøvn bera meg
tá eg Helvegin fari
og tey spor eg troði
eru køld, so køld
Eg songirnir søkti
Eg songirnir sendi
tá tann djýpsti brunnurin
gav mær dropar so sterkar
av Valfaðirs veði
Alt veit eg, Óðin
Hvar tú eygað loyndi
Hvør skal syngja mær
í deyðasvøvn bera meg
tá eg Helvegin fari
og tey spor eg troði
eru køld, so køld
Árla ella í dagslok
Enn veit ravnurin at eg fell
Nú tú við Helgrindin stendur
og nú leysa tú teg rívur
skal eg fylgja tær
yvir Gjallarbrúnna við mínum songi
Tú blívur loyst frá bondum sum binda
Tú ert loyst frá bondum sum bundu
Doyr fæ,
doyggja frændur,
doyr sjálvur samur,
men ámæli
doyr aldri,
honum tað fræga fær.
Doyr fæ,
doyggja frændur,
doyr sjálvur samur,
eg veit eitt
ið aldri doyr:
dómur um deyðan mann.
- Artist:Wardruna
- Album:Runaljod - Yggdrasil (2013)